Bótin til Bakkafrost tódnað munandi

Bótin til Bakkafrost tódnað munandi
Eitt mál um eina risabót á 67 milliónir og brot á djóravælferðarlógina endaði við, at meginparturin av ákærunum móti Bakkafrosti vórðu sleptar
Fútin hevur ákært Bakkafrost fyri brot á flutningskunngerðina.
Mynd: Savnsmynd  
 
21.04.2026 - 22:12

Eitt mál um eina risabót á 67 milliónir og brot á djóravælferðarlógina endaði við, at meginparturin av ákærunum móti Bakkafrosti vórðu sleptar. 

Bótin er nú tódnað niður í eina ókenda, men lítla, upphædd fyri brot á flutningskunngerðina.

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum, har vit hyggja aftur á málið um bótina til Bakkafrost:

 

1808233

 

Sambært ákæruritinum er Bakkafrost nú ákært fyri at hava flutt brúkta aliútgerð millum aliøkir í Suðuroynni 7 ferðir við tveimum ymiskum bátum í tíðarskeiðinum frá 23. apríl til 9. november 2020, uttan at hava fingið loyvi frá landsdjóralæknanum frammanundan.

Eisini er Bakkafrost ákært fyri í tveimum førum ikki at hava skrásett flutning millum tvey aliøki í sonevndu flutningshondbókina í tveimum førum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 12. mai
Veðrið
208268
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164