Arbeiðið á Fossum byrjar eftir summarfrítíðina

Arbeiðið á Fossum byrjar eftir summarfrítíðina
Umleið 150 búeindir skulu byggjast í Klaksvík
Pláss verður fyri 150 búeindum í útstykkingini á Fossum í Klaksvík.
Mynd: Klaksvíkar kommuna  
 
21.04.2026 - 15:54

Uppskot um bústaðarverkætlan við okkurt um 150 búeindum á Fossum í Klaksvík er nú lagt fram.

Tað skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.

Byggifyritøkan Articon stendur fyri verkætlanini, sum í gjár var løgd fram fyri býráðnum.

Í verkætlanini eru ymiskar støddir av búeindum, sum kunnu byggjast í trimum byggistigum.

Articon metir, at arbeiðið kann byrjað eftir summarfrítíðina.

Býráðið samtykti í november í fjør einmælt at bjóða út lendi á Fossum til bústaðabygging.

Lendið er tilsamans 29.200 fermetrar. 3.400 fermetrar eru settir av til nýggjan barnagarð.

Endaligt uppskot verður eftir ætlan lagt fyri býráðið í mai mánaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 12. mai
Veðrið
208268
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164