Samgongan fær væntandi forfólkið í øllum tingnevndum

Samgongan fær væntandi forfólkið í øllum tingnevndum
Nevndirnar verða valdar á tingfundinum, sum verður tikin uppaftur klokkan 13
Landsstýrið er mannað við Beini Johannesen sum løgmanni. Nú er eftir at manna tingnevndirnar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.04.2026 - 12:56

(Dagført klokkan 13: Tingfundurin niðurlagdur til klokkan 15)

Samgongan fær væntandi meiriluta og forfólkið í øllum løgtingsnevndum.

Tað er greitt, eftir at samgonguflokkarnir og andstøðuflokkarnir hava skipað hvør sín valbólk í sambandi við val av føstu løgtingsnevndunum. 

Samgonguflokkarnir hava tilsamans 22 tingsessir og andstøðuflokkarnir 11. 

Sjey limir skulu veljast í tær seks føstu nevndirnar hjá løgtinginum. Tær eru Fíggjarnevndin, Vinnunevndin, Uttanlandsnevndin, Trivnaðarnevndin, Rættarnevndin og Mentanarnevndin.

 


Johnhard Klettheygg er stjóri á løgtingsskrivstovuni.  

 

Eisini skulu trý fólk veljast í Landsstýrismálanevndina, sum hevur eftirlit við, at løgmaður og landsstýrisfólk halda lóggávuna.

Samgongan millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin hevur 22 løgtingsfólk av tilsamans 33. Samgongan umboðar tí tveir triðingar av løgtinginum. 

- Samgongan eigur sostatt tveirtriðingar av øllum nevndarsessunum, sigur Johnhard Klettheyggj, løgtingsstjóri:

 

20042026_Johnhard_1

 

Styrkislutfallið millum samgongu og andstøðu, har samgongan eigur tveir triðingar og andstøðan ein triðing av løgtingsfólkunum, ger tað neyðugt við lutakasti, sigur Johnhard Klettheyggj:

 

20242026_Johnhard_2

 

Tingfundurin verður tikin uppaftur klokkan 13, og tá verða løgtingsnevndirnar valdar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 12. mai
Veðrið
208268
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164