Livialdurin hækkar framvegis - men munurin millum kynini minkar

Livialdurin hækkar framvegis - men munurin millum kynini minkar
Nýggjastu tølini siga, at livialdurin nú er 84,1 ár hjá kvinnum og 81,9 ár hjá monnum
Hjá monnum er livialdurin hækkaður eitt sindur meira enn hjá kvinnum, og tí er munurin spakuliga minkaður, serliga seinastu tíggju árini.
Mynd: Hagstovan (Savnsmynd)  
 
20.04.2026 - 08:37

Væntaði livialdurin hækkar framvegis hjá bæði kvinnum og monnum, men munurin millum kynini minkar.

Hagstovan skrivar, at væntaði livialdurin er hækkaður nógv seinastu 40 árini.

Hjá monnum er livialdurin hækkaður eitt sindur meira enn hjá kvinnum, og tí er munurin spakuliga minkaður, serliga seinastu tíggju árini.

Nýggjastu tølini siga, at livialdurin nú er 84,1 ár hjá kvinnum og 81,9 ár hjá monnum. 

Livialdurin er nógv longdur seinastu 40 árini, hjá monnum tíggju ár, 14 prosent, og hjá kvinnum næstan seks ár, sjey prosent, skrivar Hagstovan.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 12. mai
Veðrið
208268
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164