Iran fer ongantíð at lata øðrum valdið á Hormuzsundinum

Iran fer ongantíð at lata øðrum valdið á Hormuzsundinum
Iran gevur siglingarloyvi, og tað er okkara ófrávíkiligi rættur, sigur leiðandi iranskur politikari
Skip í Hormuzsundinum.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
20.04.2026 - 09:30

Iran fer "ongantíð" at lata øðrum valdið á Hormuzsundinum.

Tað sigur leiðandi iranski politikarin og fyrrverandi heryvirmaðurin í iransku kollveltingarhirðini, Ebrahim Azizi, við BBC Teheran.

- Tað er okkara ófrávíkiligi rættur, sigur hann og leggur afturat:

- Tað er Iran, sum gevur siglingarloyvi - eisini hvørji skip sleppa at sigla gjøgnum sundið.

Sambært Azizi verður arbeitt við einum lógaruppskoti, sum skal leggjast fram í tjóðartinginum, og sum fevnir um sjótrygd og tjóðartrygd - ein lóg, sum herdeildirnar skulu handhevja.

 

Trygdin er ikki ókeypis

Tað var júst eftirlitið við Hormuzsundinum, sum hevði við sær, at naggatódn kom í eftir fyrstu samráðingarnar millum USA og Iran Islamabad.

Fyrsti varaforsetin í Iran, Mohammed Reza Aref, fanst í nátt eisini at amerikanska stongslinum móti iransku havnunum.

Í einum innleggi á X ávaraði hann um, at "trygdin í Hormuzsundinum ikki er ókeypis".

- Tú kanst ikki avmarka oljuútflutningin hjá Iran og so vænta, at onnur fáa trygd sum gávu.

Hann segði, at valið er greitt:

- Ein fríur oljumarknaður fyri øll - ella vandin fyri týðandi kostnaði fyri øll.

 

USA  tikið iranskt skip

Amerikanskar herdeildir hava lagt hald á eitt farmaskip undir iranskum flaggi í Hormuzsundinum.

Tað skrivar amerikanski forsetin á sínum egna sosiala miðli.

- Í dag royndi eitt skip undir iranskum flaggi, sum eitur Touska, at sleppa í gjøgnum okkara skipablokadu, og tað gekk ikki væl hjá teimum, skrivar Trump.

Forsetin skrivaði eisini, at amerikanska krígsskipið USS Spruance gav Touska greiða ávaring um at steðga, men at iranska manningin vildi ikki lurta.

Nú verður kannað, hvat er umborð á farmaskipinum, skrivar amerikanski forsetin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 12. mai
Veðrið
208268
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164