Hermann Samuelsen á ting

Hermann Samuelsen á ting
Hann er varafólk fyri Onnu Falkenberg, meðan hon er á fólkatingi
Hermann Samuelsen er komin á ting fyri Onnu Falkenberg.
Mynd: Sambandsflokkurin  
 
20.04.2026 - 11:43

Hermann Samuelsen hevur tikið sæti á tingi fyri Onnu Falkenberg í Sambandsflokkinum, meðan hon er á fólkatingi. 

Tað hevur løgtingið samtykt. 

Eftir at landsstýrið var skipað, kom Anna Falkenberg á ting sum varafólk. Hon fekk 272 atkvøður á løgtingvalinum 26. mars.

Frammanundan var Anna Falkenberg vald á fólkating við 5.303 atkvøðum, og í dag bað hon um farloyvi úr løgtinginum, meðan hon er í fólkatinginum. 

 


Anna Falkenberg hevur tikið farloyvi úr løgtinginum, meðan hon situr á fólkatingi. 

 

Hermann Samuelsen gjørdist summar 10 á sambandslistanum til løgtingsvalið. Hann fekk 258 atkvøður.

Hermann Samuelsen er eisini limur í Klaksvíkar býráði. 

Tingfundurin verður tikin uppaftur klokkan 13, og tá verða løgtingsnevndir valdar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 12. mai
Veðrið
208268
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164