Fróði Magnussen og Grímur Sundstein fáa formanssessir

Fróði Magnussen og Grímur Sundstein fáa formanssessir
Fróði Magnussen verður formaður í Rættarnevndini, Grímur Sundstein í Trivnaðarnevndini og Jørgen Niclasen í Uttanlandsnevndini
Grímur Sundstein er nývaldur tingmaður fyri Fólkaflokkin - og verður formaður í Trivnaðarnevndimi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.04.2026 - 16:33

Telvingin um hvør skal í hvørja nevnd í Løgtinginum er komin uppá pláss, nú verður bara bíðað eftir, at alt verður skrivað niður áðrenn tingfundurin verður tikin uppaftur.

Nú kunnu vit við vissu siga, at allir formenninir í nevndunum eru komnir uppá pláss. Tað vóru bara formanssessirnir hjá  Fólkaflokkinum, sum manglaðu í tí spælinum, men nú er eisini greitt, hvørjir teir vera.

Og har vita vit við vissu, at Jørgen Niclasen verður formaður í Uttanlandsnevndini, og eisini, at teir báðir nývaldu fólkaflokstingmenninir, Fróði Magnussen og Grímur Sundstein, fáa hvør sína nevnd at stýra.

Fróði Magnussen verður formaður í rættarnevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 12. mai
Veðrið
208268
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164