52 ferðamannaskip á Havnina í summar

52 ferðamannaskip á Havnina í summar
Fyrsta skipið kemur 5. mai og tað seinasta 29. september
Tórshavnar havn væntar 52 ferðamannaskip við 25.000 ferðafólkum í ár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.04.2026 - 15:12

52 ferðamannaskip koma á Havnina í summar, og nøkur teirra koma fleiri ferðir í ár, vísir yvirlit frá Tórshavnar havn.

Fyrsta ferðamannaskipið kemur á Havnina týsdagin 5. mai og fer avstað aftur sama dag. Tilsamans átta skip koma á Havnina í mai.

Í juni koma 10 ferðamannaskip, og í juli eisini 10 skip.

Í august koma 18 ferðamannaskip og seks í september. Seinasta ferðamannaskipið, sum kemur á Havnina ár, er Spitsbergen hjá reiðarínum Hurtigruten. Tað kemur 29. september og fer avstað dagin eftir.

Ferðamannaskipini kunnu tilsamans taka 28.505 ferðafólk, men Tórshavnar havn væntar umleið 25.000 ferðafólk og manningar, sum telja tilsamans 12.000 fólk. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373