Ólavur aftur føroyameistari í billard

Ólavur aftur føroyameistari í billard
Við tryggum sigri á Per Hansen fór Ólavur Kjølbro avstað við føroyameistaraheitinum í billard
Mynd: Portal.fo  
 
19.04.2026 - 15:36

Ólavur Kjølbro er aftur føroyameistari í billard.

Hann vann trygt á Per Hansen við 500 eygum ímóti 206 í finaluni um vikuskiftið, skrivar portal.fo.

Størri spenningur var í hálvfinaluni, tá Ólavur Kjølbro og Páll Heri Nolsøe, sum báðir hava vunnið FM-heitið fleiri ferðir, brustu saman. Páll Heri Nolsøe tørvaði bert 6 eygu, tá Ólavur Kjølbro ruddaði borðið og lokaði dystin við 216 eygum til 500-494.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 12. mai
Veðrið
208268
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164