Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt

Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
Nýggi formaðurin í Miðflokkinum letur trúnna stýra - bæði í lívinum og í politikki
Steffan Klein Poulsen er 29 ára gamal og fyllir 30 ár sunnudagin 19. apríl
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.04.2026 - 12:57

- Hesin ivin og hetta stríðið onkursvegna rótfesti meg enn djúpri í Jesus og Guds orð. 

Sum tannáringur hevði hann tunglyndi, var bundin at telduspølum og ivaðist í trúnni. Niðurstøðan bleiv, at einki annað gav meining. 

Steffan Klein Poulsen bleiv í vikuni formaður í Miðflokkinum, sum hevur eina serstøðu í føroyskum politikki sum flokkurin, ið byggir allan sín politikk á kristna grundstøði. Og hann sigur sum er, at hansara trúgv fyllir alt í hansara lívi. Eisini í politikki.

Hóast hann er hampuligur, sjáldan loypir framav og roynir at kjakast virðiliga, so viðgongur hann, at hann hevur temperament. Og tað kemur serliga til sjóndar, tá ið hann spælir spøl ella innandura fótbólt.

- Steffani dámar øgiliga væl at spæla, og tá hann spælir, so vil hann vinna, sigur konan Rebekka Fuglø Poulsen, ið er kend sum rennari.

- Har havi eg mangan stutt fjús, viðgongur Steffan Klein Poulsen.

Steffan Klein Poulsen er úr Hvannasundi, og hann hevur flutt seg yvir um sundið til Norðdepil, har hann býr í dag saman við konuni. Hann viðgongur, at hann hevur ikki ta stóru trongdina at síggja heimin, tí hann hevur tað best heima.

Hoyr alla samrøðuna við Steffan Klein Poulsen, nýggja formann Miðfloksins, har vit tosa um bakgrund, lívsvirði, politisk mál og nýggju støðuna sum formaður.

1807588

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762