Hákun og Füchse í týsku steypafinaluni

Hákun og Füchse í týsku steypafinaluni
Hákun West av Teigum og Füchse Berlin hava spælt seg í týsku steypafinaluna við sigri á Lemgo í hálvfinaluni í sonevnda Final Four í Køln í dag
Mynd: Füchse Berlin  
 
18.04.2026 - 19:00

Hákun West av Teigum setti punktum, tá Füchse Berlin vann á Lemgo og spældi seg í tysku steypafinaluna í dag.

Føroyski vongurin skeyt síðsta málið hjá høvuðsstaðarfelagnum til støðuna 39-36, og Füchse Berlin skal spæla finalu í morgin ímóti ??

Hákun West av Teigum var sum altíð tryggleikin sjálvur. Hann skoraði upp á allar tríggjar skotroyndirnar í einum dysti, har Füchse Berlin var frammanfyri næstan allatíð.

Ein løtu ímøti endanum var munurin kortini ikki stórur, men við málum frá Mathiasi Gidsel, Lasse Andersson og til endans føroyska landsliðsvonginum eydnaðist at vinna trygt kortini. 

Í hinari hálvfinaluni eydnaðist tað heilt óvæntað Bergischer at vinna á Magdeburg eftir longda leiktíð og brotskastskaspping, og tað merkir, at Füchse Berlin er stórfavorittur at vinna gullið í morgin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373