Umhvørvisstovan: Ikki loyvt at larma við fuglabjørg til og við 31. august

Umhvørvisstovan: Ikki loyvt at larma við fuglabjørg til og við 31. august
Frá 15. apríl til og við 31. august er bannað at sigla skjótari enn átta  fjórðingar um tíman undir fuglabjørgum og aðrastaðni, har fuglur er, minnir Umhvørvisstovan á
Mynd: Shutterstock.com  
 
16.04.2026 - 08:42

Umhvørvisstovan minnir á, at kunngerðin um gang við fuglabjørg kom í gildi í gjár. 

Kunngerðin sigur, at frá 15. apríl til og við 31. august, er bannað at sigla skjótari enn átta  fjórðingar um tíman undir fuglabjørgum og aðrastaðni, har fuglur er.

Forboðið er galdandi út á 500 metrar úr landi. 

Harður tónleikur er eisini bannaður.

Skip í fastari rutusigling eru undantikin.

 

Galdandi fyri øll fuglabjørg

Fyrr var kunngerðin bara galdandi fyri Ramsar-økini. 

Men í fjør bleiv hon broytt til at galda fyri alt landið.

Í sama tíðarskeiði, frá 15. apríl til 31. august, er eisini bannað er at sigla við motorriknum stuttleikaførum, eitt nú vatnskutarum, í Ramsar-økjum.

Ramsar-økini eru Nólsoy, Skúvgoy og Mykines. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762