Trump: Libanon og Ísrael vorðin samd um stutta vápnahvíld

Trump: Libanon og Ísrael vorðin samd um stutta vápnahvíld
Amerikanski forsetin, Donald Trump, boðar í kvøld frá á egna sosiala miðli Truth Social, at Libanon og Ísrael vorðin samd um stutta vápnahvíld
Mynd: Brendan Smialowski/AFP/Ritzau Scanpix  
 
16.04.2026 - 19:15

Libanon og Ísrael eru vorðin samd um stutta vápnahvíld. Tað boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump, frá á egna sosiala miðli sínum fyri lítla løtu síðani.

Vápnahvíldin kemur í gildi í kvøld kl. 11, - tað vil siga kl. 10 í kvøld okkara tíð, og skal vara í 10 dagar.

Trump hevur fyrr í dag tosað í telefon við libanska forsetan, Joseph Aoun, og sambært Trump, var talan um úrslitagóða samtalu.

Um Hizbollah eisini fer at binda seg til vápnahvíldina er treytað av, at Ísrael gevst við sínum álopum, sigur Hassan Fadlallah, sum umboðar Hisbollah í libanska tjóðartinginum, við Reuters tíðindastovuna.

Hann sigur, at iranski sendiharrin kunnaði seg um gongdina í samtalunum millum Ísrael og Libanon.

Hassan Fadlallah sigur, at vápnahvíldin er úrslit av diplomatiska arbeiðnum hjá Iran.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373