Føroyanevndin fer ongan veg

Føroyanevndin fer ongan veg
Føroyanevndin verður varðveitt, nú 20 nevndir eru í fólkatinginum í staðin fyri 30, sum hava verið
Føroyanevndin heldur fram, og málsøkið er tað sama.
 
16.04.2026 - 06:23

Føroyanevndin verður varðveitt, nú 20 nevndir eru í fólkatinginum í staðin fyri 30, sum hava verið.

Grønlandsnevndin heldur eisini fram.

Og málsøkini hjá teimum eru tey somu sum nú.

Málsøkið er danskar lógir um tey bæði londini og annars viðurskiftini millum Danmark og Føroyar og Danmark og Grønland.

Fólkatingslimir hava gramt seg um, at ofta er meira enn ein nevndarfundur í senn, tí nevndirnar eru so nógvar.

Og tey, sum eru í fleiri enn einari nevnd, fáa bara verið á einum fundi í senn.

Og tinglimir fáa betri stundir til hvørt mál, verður sagt.

Fólkatingið er samt um at broyta bygnaðin, sum kom í gildi 10. apríl. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 12. mai
Veðrið
208268
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164