Múte B. Egede verður landsstýrisfólk í uttanríkismálum í Grønlandi

Múte B. Egede verður landsstýrisfólk í uttanríkismálum í Grønlandi
Múte B. Egede, fyrrverandi landsstýrisformaður í Grønlandi, sum hevur umsitið fíggjarmál í nýggju grønlendska landsstýrinum, fær uttanríkismál frá Vivan Motzfeldt at umsita
Múte B. Egede er royndur politikkari. Hann var formaður í grønlendska landsstýrinum, Naalakkersuisut, frá 2021 og til í fjør, tá ið Jens-Frederik Nielsen úr flokkinum Demokraatit gjørdist grønlendskur landsstýrisformaður
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
15.04.2026 - 09:18

Múte B. Egede úr flokkinum Inuit Ataqatigiit skal nú umsita uttanríkismál í Grønlandi, sum Vivian Motzfeldt úr sosialdemokratiska flokkinum, Siumut, hevur umsitið.

Umframt uttanríkismál, skal hann umsita vinnumál og ráevni, sum Naaja H. Nathanielsen í sama flokkinum, IA, hevur umsitið. Hon er nú farin í fólkatingið.

Fyri knøppum mánað síðani fór Vivian Motzfeldt frá sum naalakkersuisoq - ella á føroyskum - landsstýriskvinna í uttanríkismálum, eftir at flokkurin farna mánað fór úr grønlendska landsstýrinum.

Ein avgerð, sum hon ikki tók undir við, og sum hevði við sær, at hon fór úr Siumut.

Hon er nú uttanflokka í grønlendska landstinginum.

 

Truplar tíðir fyri framman

Múte B. Egede, sum annars hevur umsitið fíggjarmál, fær sostatt ístaðin uttanríkismál frá Vivan Motzfeldt. Og tað hevur við sær, at floksfelagin Aqqaluaq B. Egede fær fíggjarmál.

Múte B. Egede er royndur politikkari. Hann var formaður í grønlendska landsstýrinum, Naalakkersuisut, frá 2021 og til í fjør, tá ið Jens-Frederik Nielsen úr flokkinum Demokraatit gjørdist grønlendskur landsstýrisformaður.

- Truplar tíðir eru fyri framman, men eri avgjørt til reiðar at fara til verka sum landsstýrismaður í uttanríkismálum, sigur Múte B. Egede:

Aðrar broytingar í málsøkjabýtinum í grønlendska landsstýrinum, eru, at Mariane Paviasen Jensen skal umsita málsøkið børn og ung eftir Mads Petersen. 

Umframt tað fær hon lógar- og javnstøðumál.

Harafturat skal nýggja landsstýriskvinnan Maritha Broberg umsita sosial mál og arbeiðsmarknaðarmál, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 12. mai
Veðrið
208268
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164