Ríkisfelagsskapurin á breddanum á fundi við Mette Frederiksen

Ríkisfelagsskapurin á breddanum á fundi við Mette Frederiksen
Í vikuni fer Mette Frederiksen aftur at hitta tey fýra fólkatingsfólkini úr Grønlandi og Føroyum aftur nú í vikuni, fyri at tosa um ríkisfelagsskapin
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
14.04.2026 - 10:37

Mette Frederiksen fer at hitta tey fýra fólkatingsfólkini úr Grønlandi og Føroyum aftur nú í vikuni.

Hon ætlar at tosa við tey um ríkisfelagsskapin, sigur hon.

Mette Frederiksen roynir framvegis at fáa í lag samgongu eftir valið 24. mars.

 

Fólkatingsfundur í dag

Nú hevur hon samráðingar við Venstre og tey konservativu, fyrst og fremst um búskap.

Fólkatingsfundur verður í dag.

Fólkatingið skal velja formansskap, fimm fólk, og fimm tingskrivarar.

Og nakrar nevndir skulu vejast, millum annað fíggjarnevnd og uttanríkispolitisku nevndina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 12. mai
Veðrið
208268
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164