Eyðun Mohr Hansen aftur aðalstjóri

Eyðun Mohr Hansen aftur aðalstjóri
Eyðun Mohr Hansen er settur sum aðalstjóri í Almanna- og bústaðarmálum
Hann verður nú aftur aðalstjóri, eftir at nýggja landsstýrið hevur gjørt av at hava sjey aðalráð.
Mynd: Savnsmynd  
 
14.04.2026 - 11:12

Eyðun Mohr Hansen er settur sum aðalstjóri í Almanna- og bústaðarmálum.

Tað sigur løgmansskrivstovan, nú nýggju landsstýrisfólkini í dag flyta inn í stjórnarráðini.

Eyðun Mohr Hansen er útbúgvin stjórnmálafrøðingur og hevur drúgvar royndir sum bæði deildarstjóri og aðalstjóri. Hann tekur við starvinum beinanvegin, skrivar løgmansskrivstovan.

Talan er ikki um starv í avmarkað tíðarskeið, sigur Eyðun Mohr Hansen.

Hinir aðalstjórarnar eru Pól Egholm í Vinnumálaráðnum, Poul Geert Hansen í Mentamálaráðnum, Herálvur Joensen í Uttanríkis- og fiskimálaráðnum, Bjarni Askham Bjarnason í Fíggjarmálaráðnum og Bjørgfríð Ludvig verður aðalstjóri í Heilsu- og orkumálaráðnum.

Sum avleiðing av, at landsstýrið 1. desember í fjør fór úr níggju niður í seks aðalráð, slapp Eyðun Mohr Hansen ikki at halda fram í aðalstjórastarvinum.

Hann verður nú aftur aðalstjóri, eftir at nýggja landsstýrið hevur gjørt av at hava sjey aðalráð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 12. mai
Veðrið
208268
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164