Syngjandi lúsingur til Orbán

Syngjandi lúsingur til Orbán
- Saman hava vit gjørt Ungarn frælst. vit hava hava tikið land okkara aftur, segði Peter Magyar, tá sigurin var staðfestur í gjárkvøldið
Peter Magyar hølvaði Victor Orbán av í ungarska valinum í gjár
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
13.04.2026 - 09:00

Victor Orbán, og Fidesz-flokkur hansara fingu ein syngjandi lúsing, tá ungverjar í gjár valdu nýtt tjóðarting.

Tá næstan allar atkvøðurnar vóru taldar upp í gjárkvøldið, var støðan tann, at Peter Magyar og Tisza-flokkurin stóðu til at vinna 138 av 199 sessum í tjóðartinginum, og tað er einki minni enn ein risasigur til nýggja forsætisráðharran.

- Saman hava vit gjørt Ungarn frælst, vit hava hava tikið land okkara aftur, segði Peter Magyar, frammanfyri tíggjutúsundavís av sínum landsmonnum, sum dansaðu í gøtunum nærhendis Donau-ánni í Budapest.

 

Metstór valluttøka

Sambært Reuters-tíðindastovuni var vallutøkan metstór til hetta valið, og tað er ein greið ábending um, hvussu stóran týdning júst hetta valið hevði fyri Ungarn.

Victor Orbán, sum hevur verið forsætisráðharri síðan 2010, hevur í nógvar mátar verið ein varði fyri tann konservativa partin av Evropa og ikki minst USA, skrivar Reuters-tíðindastovan. Hann tosaði hart um eitt illiberalt fólkaræði, har hann tók rættindi frá miðlum og fólki, og hann hevur havt undirtøku frá bæði russiska og amerikanska forsetanum.

- Men Orbán misti undirtøku heima, tí veljarunum dámdu ikki gongdina við búskaparligari stagnatión, altjóða isolatión og oligarkum, sum løgdu inn undir seg, skrivar Reuters-tíðindastovan.


Mynd: Ritzau/Scanpix

 

Svárt at góðataka

Tá tølini vóru so greið, at tað ikki vendist aftur, segði Victor Orbán, at valúrslitið var svárt at góðtaka, men tað var øgiliga greitt. 

Eisini í evropeiska samveldinum er úrslitið ein greið ábending um, at Ungarn - um enn spakuliga - fer at nærkast Europa. Og tað kann fáa stóran týdning, eitt nú fyri Ukraina.

Ungarn var eitt av londunum, sum var ímóti risaláninum frá ES til Ukraina uppá 90 milliardir evrur, ella 673 milliardir krónur.

Sum skilst er eitt tað fyrsta, sum Peter Magyar fer í holt við, tá nýggja stjórnin áðrenn langt umlíður, tekur við,  at seta eina nýggja antimuturslóg í gildi í Ungarn. Og so fer hann eisini at rudda í umsitingini við at koyra Fidesz-loyalistum úr týðandi størvum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373