Soleiðis fer nýggi Ítróttarháskúlin í Suðuroynni at síggja út

Soleiðis fer nýggi Ítróttarháskúlin í Suðuroynni at síggja út
Skúlin skal byggjast á Løðhamri, har Vágs kommuna hevur latið grundstykki
Mynd: Map Arkitektar  
 
13.04.2026 - 09:01

MAP arkitektar vunnu arkitektakappingina um ítróttaháskúlan í Suðuroynni.

Henning Larsen, NA og Brim arkitektar vóru eisini við í kappingin.

Í fjør summar var upplýst, at Nordeagrunnurin letur skúlanum eina millión og 450.000 kr., og í fíggjarlógini fyri 2025 vóru 350.000 kr. 

Í fíggjarlógini fyri 2026 eru eingir pengar til verkætlanina.

Heimildarlóg krevst, skal landskassin stuðla verkætlanini, stendur í fíggjarlógini.

Skúlin skal byggjast á Løðhamri, har Vágs kommuna hevur latið grundstykki.

Ítróttaháskúlanum í Suðuroy byrjaði fyri tíggju árum síðani, í 2016. 


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373