Sleppur ikki at gera rørportur í Haldórsvík

Sleppur ikki at gera rørportur í Haldórsvík
Sunda kommuna søkti í 2023 Landsverk um loyvi at gera tvey rørportur í Haldórsvík, fyri at kunna vetrarfriða bygdina. Men Landsverk segði nei.
 
11.04.2026 - 16:18

Sunda kommuna fær ikki loyvi at gera rørportur í Haldórsvík - og nú vónar kommunan, at nýggi landsstýrismaðurin í samferðslumálum fer inn í málið.

Í 2023 søkti kommunan um loyvi frá Landsverk um loyvi at gera tvey rørportur í Haldórsvík, fyri at kunna vetrarfriða bygdina. Men Landsverk segði nei.

Landsverk viðhald frá Kærustovninum
Kommunan kærdi avgerðina - men nú hevur Føroya Kærustovnur givið Landsverki viðhald. Orsøkin er millum annað, at rørportur krevja nógv viðlíkahald og kunnu skapa trupulleikar í vetrarhaldinum.

Landsverk vísir eisini á, at arbeiðið seinastu árini hevur verið at minka um talið av rørportum á landsvegum. Tí meta tey ikki, at tað er ein skilagóð loysn í Haldórsvík.

Eyðstein Zachariasen er borgarstjóri í Sunda kommunu, og hann er ikki nøgdur við avgerðina.

Landsverk hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið.

Hoyr innslag úr Útvarpstíðindunum.

 

SundaKommunaRulliportur_2026-04-11

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 12. mai
Veðrið
208268
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164