Starmer er farin at møðast av Trump

Starmer er farin at møðast av Trump
Bretski forsætisráðharrin er farin at samanbera amerikanska forsetan við russiska forsetan, Putin
Keir Starmer bretskur forsætisráðharri.
Mynd: Jordan Pettitt/AFP/Ritzau Scanpix  
 
10.04.2026 - 14:04

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, sigur, at hann er ”troyttur” av Donald Trump og samanber hann við Vladimir Putin.

- Eg eri móður av, at familjur og fyritøkur um alt landið finna útav, at orkurokningar, sum tey fáa, hækka og lækka sum avleiðing av gerðum hjá Trump ella Putin, sigur Starmer við bretsku sjónvarpsrásina ITV, sambært The Telegraph.

Starmer er í dag í Miðeystri og tosar við londini kring Persaflógvan um, hvussu Bretland kann stuðla vápnahvíldini millum USA, Ísrael og Iran, og hvussu tryggjast kann, at Hormuzsundið verður verandi opið.

Starmer tosaði í gjár við Trump um tørvin at lata Hormuzsundið upp, har ein fimtingur av heimsins olju skal flytast ígjøgnum.

Eftir at Starmer í fjør heyst beyð Trump á almenna vitjan, eru viðurskiftini millum teir báðar vorðin alsamt spentari. 

Trump hevur millum annað gjørt persónlig álop á Starmer, og sagt, at Starmer er "eingin Winston Churchill."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 12. mai
Veðrið
208268
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164