Maður aftur tikin fyri at smugla rúsevni innvortis

Maður aftur tikin fyri at smugla rúsevni innvortis
Maðurin, sum er føroyingur, kom við flogfari í gjárkvøldið
Aftur í gjár var ein maður tikin á flogvøllinum fyri at hava rúsevni innvortis, helst hassj.
Mynd: Ólavur Frederiksen, FaroePhoto  
 
10.04.2026 - 07:57

Aftur í gjár var ein maður tikin fyri at hava rúsevni, helst hassj, sigur politiið, innvortis.

Hann kom við flogfari í gjárkvøldið.

Hvussu nógv, talan er um, veit politiið ikki at siga.

Men talan er um minni enn hundrað gramm.

Maðurin er føroyingur. Hann er í tretivuárunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 12. mai
Veðrið
208268
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164