Fólkatingið hevur fyrsta fundin eftir valið

Fólkatingið hevur fyrsta fundin eftir valið
Formansskapur verður valdur og nakrar nevndir
Tey 67, sum eru nývald í fólkatngið, skulu vátta við undirskrift, at tey vilja halda grundlógina.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
10.04.2026 - 08:27

Fólkatingið hevur í dag fyrsta fundin eftir valið, sum var 24. mars.

Lars Løkke Rasmussen, sum hevur verið 31 og hálvt ár í fólkatinginum, er formaður í dag.

21 fólkatingslimir vera settir at kanna valbrøvini og viðgera møguligar klagur um valið. 

Næsti fólkatingsfundur verður so týsdagin.

Tá skulu tey 67 nývaldu vátta við undirskrift, at tey vilja halda grundlógina.

Formansskapur verður valdur og nakrar nevndir.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 12. mai
Veðrið
208268
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164