Føðitíttleikin vaks í fjør

Føðitíttleikin vaks í fjør
Í 2025 vóru fødd 50 fleiri børn enn í fyrraárið
642 børn vóru fødd í 2025, 50 fleiri enn í 2024.
 
10.04.2026 - 12:20

Aftur í fjør vaks føðitíttleikin í Føroyum. Hann var 2,1 í 2025.

Í 2024 var hann 1,9 fyri hvørja kvinnu. Hann var 1,86 í 2023.

Fyrst í hesi øldini var hann 2,5, skrivar Hagstovan. 

642 børn vóru fødd í 2025, 50 fleiri enn í 2024. 

Vøksturin er serliga hjá kvinnum, sum áttu fyrsta barnið. 

Føðitíttleikin er fødd børn samanborin við kvinnur í burðarførum aldri, tað er frá 15 árum til 49 ár. 

1. mars búðu 55.177 fólk í Føroyum, 510 fleiri enn 1. mars í fjør.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373