Smuglaði 100 gramm av hassji innvortis - er latin leysur

Smuglaði 100 gramm av hassji innvortis - er latin leysur
Politiið heldur, at maðurin hevði meira hassj enn til egna nýtslu, og tí hevði samband við onkran her í Føroyum
Maðurin var tikin á flogvøllinum týskvøldið.
Mynd: Ólavur Frederiksen, FaroePhoto  
 
09.04.2026 - 08:36

Maðurin, sum var tikin á flogvøllinum í Vágum týskvøldið, tí tollararnir høvdu illgruna um, at hann hevði rúsevni innvortis, var latin leysur seinnapartin í gjár.

Maðurin var skannaður á Landssjúkrahúsinum. 

Tað vísti seg, at illgrunin hjá Tollvaldinum var rættur.

Maðurin hevði hassj innvortis, stívliga 100 gramm.

Politiið heldur, at maðurin hevði meira hassj enn til egna nýtslu, og tí hevði samband við onkran her í Føroyum.

Maðurin, sum er síðst í fjørutinum, er ikki føroyingur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 12. mai
Veðrið
208268
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164