Framvegis nógv størri ferðsla í Sandoyartunlinum

Framvegis nógv størri ferðsla í Sandoyartunlinum
Eisini í Eysturoyartunlinum var størri ferðsla í mars enn somu tíð i fjør
Miðaltalið í Sandoyartunlinum fyri samdøgrið í mars var 1041 akfør.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.04.2026 - 09:56

Ferðslan í Sandoyartunlinum er framvegis nógv størri enn mett var, tá hann var gjørdur.

Miðaltalið fyri samdøgrið í mars var 1041 akfør.

Tað var 1013 í februar og 959 í mars í fjør.

Í Eysturoyartunlinum var miðaltalið 6.707 í mars.

Tað var 6.485 í februar og 6.328 í mars í fjør. 

Eisini í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum vóru tølini størri í mars enn í februar, men á leið tey somu sum í mars í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 12. mai
Veðrið
208268
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164