Ákæruvaldið skotið dóm um hvítvask inn fyri landsrættin

Ákæruvaldið skotið dóm um hvítvask inn fyri landsrættin
Maðurin, sum var ákærdur fyri serliga grovt hvítvask og fyri at royna at fremja serliga grovt hvítvask, var frídømdur í Føroya rætti
Sambært ákæruritinum er næstan hálv millión hvítvaskað.
 
30.03.2026 - 10:17

Ákæruvaldið hevur appellerað dómin hjá Føroya rætti í einum máli um hvítvask til Landsrættin.

Maðurin, sum var ákærdur fyri serliga grovt hvítvask og fyri at royna at fremja serliga grovt hvítvask, var frídømdur í Føroya rætti.

Maðurin, sum er 29 ár, er úr Danmark.

Sambært ákæruritinum er næstan hálv millión hvítvaskað. Neyva talið er 481.366 kr.

 

Noktar seg sekan

Hvítvaskingin skal vera gjørd frá 31. mai til 3. juni í 2021.

Hon var gjørd saman við fólki ella sambært avtalu við fólk í Føroyum og í Danmark.

Politiið hevur tó ongan annan skuldsett.

Ákærdi maðurin noktar seg sekan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373