Hundrað færri bústaðir

Hundrað færri bústaðir
Færri bústaðir vóru bygdir í fjør enn undanfarin ár
Fleiri íbúðir enn sethús vera nú bygdar.
 
13.03.2026 - 06:10

Færri bústaðir vóru bygdir í fjør enn undanfarin ár.

Sambært Hagstovuni vóru 229 býli bygd í fjør.

Tey vóru 106 sethús, eitt raðhús og 122 íbúðir.

Í 2024 var talið 331 býli. Eisini tað árið vóru íbúðirnar í meiriluta. Tær vóru 203. Sethúsini vóru 119.

Sama er at siga um 2023. Tá vóru nýggju býlini 252, 136 íbúðir og 88 sethús.

Vit skulu heilt aftur til 2020 fyri at finna minni bústaðarbygging enn í fjør. Tá var talið 171.

Tað var gamaní koronuár.

Men í 2019 var talið 188.

Tað var 218 í 2018. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873