Arnfinn Bech heldur fram sum formaður

Arnfinn Bech heldur fram sum formaður
Maskinmeistarafelagið hevur aðalfund í morgin
Arnfinn Bech er eisini formaður í Maskinmeistarafelagnum eftir aðalfundin í morgin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.03.2026 - 08:57

Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum eitur eisini Arnfinn Bech eftir aðalfund felagsins í morgin.

Tí eingin bjóðar honum av.

Arnfinn Bech heldur tí fram sum formaður næstu trý árini.

Magni G. Joensen og Rógvi K. Hansen, sum eru í nevndini, hava boðað frá, at teir taka við afturvali.

Men uppskot um nevndarlimir kunnu koma á aðalfundinum.

Trý uppskot eru um lógarbroytingar.

Eitt er kravd samlagstrygging fyri allar limir, eitt er um at regulera pensjónsaldur, og áseting um limasløg skal broytast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. apríl
Gudstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1(3)
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873