Oljuprísurin farin upp um 100 dollarar fyri tunnuna

Oljuprísurin farin upp um 100 dollarar fyri tunnuna
Hetta er fyrstu ferð í fýra ár, at prísurin er so høgur
Prísurin á ráolju er nú 104 dollarar fyri tunnuna.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
09.03.2026 - 09:21

Prísurin á olju fór sunnudagin upp um 100 dollarar fyri tunnuna. Tað skriva fleiri altjóða miðlar, eitt nú CNN og AFP-tíðindastovan. 

Prísurin á ráolju er nú 104 dollarar fyri tunnuna. Orsøkin er, at USA og Ísrael lupu á Iran 28. februar. 

Hetta er fyrstu ferð í fýra ár, at prísurin er so høgur. Seinast var í februar 2022, stutt eftir at Russland leyp á Ukraina. Tá kom oljan upp á 140 dollarar fyri tunnuna, sum svaraði til rekordina í 2008, tá fíggjarkreppan var.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, skrivar í einum uppslagi á sínum egna miðli, Truth Social, at hetta er ein lítil prísur at rinda, og at hetta bara er fyribils.

Ein orsøk til, at oljuprísirnir hækka so nógv, er, at skipini leggja leiðina uttan um Hormuz-sundið, tað tekur longri tíð, og kostar tí meira.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. apríl
Gudstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1(3)
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873