Bjørt Lind er ársins Brita

Bjørt Lind er ársins Brita
Dómsnevndin sigur, at Bjørt er ótroyttilig í stríðnum fyri rættvísari samfelag, og hon er á fleiri hermótum í senn
Bjørt Lind er ársins Brita 2026.
 
09.03.2026 - 08:40

Bjørt Lind, sálarfrøðingur, er ársins Brita 2026.

Dómsnevndin, Brandur Mortensen Nolsøe, Tóra Effersøe Mortensen og Rønn Eliasen, sigur um Bjørt, at hon er ótroyttilig í sínum stríði fyri rættvísari samfelagi.

Hon er á fleiri hermótum í senn. 

Hon er ósjálvsøkin limur í grasrótarrørslum, men tó tekur hon í egnan barm, tá á stendur. 

Hon er ein, sum onnur kunnu dúva upp á, tá mótstøðan gerst ljót og hørð.

Sum umboð fyri felagsskapir sum Damudomi, Kyn, LGBT+ og Frítt val hevur Bjørt Lind áhaldandi framt endamál felasskapanna bæði sakliga, virðiliga og við støði í sínum egnu fakliga grundarlagi sum sálarfrøðingur og sexologur, sigur dómsnevndin.

Bjørt Lind var útnevnt ársins Brita á tiltaki í Mentanarhúsinum í Fuglafirði á altjóða kvinnudegnum 8. mars.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1(3)
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873