Spreinging í Oslo

Spreinging í Oslo
Norskir miðlar siga frá, at norska løgreglan leitar eftir einum ella fleiri gerninspersónum, eftir at ein spreinging var uttanfyri amerikonsku sendistovuna í Oslo í nátt.
Mynd: Hans O. Torgersen, Ritzau Scanpix  
 
08.03.2026 - 13:29

Í nátt umleið kl. 1 norska tíð var spreingin uttanfyri eina inngongd til amerikonsku sendistovuna í Oslo.

Stórir skaðar eru ikki av spreingingini. Myndir av staðnum visa knústar rútar, og at lampur eru dotnar niður.

Norska trygdarløgreglan PST arbeiðir við málinum, men sagt verður frá, at trygdarstigið enn ikki er broytt. Løgreglan sigur, at spreingingin var málrættað, men at fyribils er eingin mistonktur. Í løtuni arbeiðir løgreglan við at fáa fatur á videoupptøkum, umframt at annað kanningararbeiði verður gjørt.

Vanliga norska løgreglan, PST, Kripos og amerikanska sendistovan samstarva um kanningararbeiðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1(3)
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873