Føroysku sendistovurnar kostaðu 33 milliónir krónur í fjør

Føroysku sendistovurnar kostaðu 33 milliónir krónur í fjør
Løgtingsgrannskoðararnir vildu vita, um útreiðslurnar standa mát við tað, sum kemur burturúr
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (Savn)  
 
07.03.2026 - 11:02

Føroysku sendistovurnar kostaðu til samans 33,3 mió kr. í fjør.

Landsgrannskoðanin hevur latið Løgtingsgrannskoðarunum frágreiðing um sendistovurnar.

Løgtingsgrannskoðararnir vildu vita, um útreiðslurnar standa mát við tað, sum kemur burturúr.

Landsgrannskoðanin heldur seg ikki kunna svara hesum spurningi, eftirsum ongar treytir, krøv, avtalur ella ítøkiligar ætlanir frammanundan eru settar til innihaldið í virkseminum.

Frá 2020 til 2025 hava útreiðslurnar til sendistovurnar verið ímillum 20,2 mió. kr. og 33,3 mió.kr.

At Føroyar hava latið fleiri sendistovur upp er høvuðsorsøkin til at útreiðslurnar økjast. Uttanríkistænasta Føroya hevur í dag átta sendistovur, sum eru í Brússel, Keypmannahavn, London, Reykjavík, Moskva, Beijing, Tel Aviv og Washington D.C. Sendistovan í Moskva er ómannað.

Meginparturin av útreiðslunum eru lønir til sendifólk og leigukostnaðir fyri sendistovur og bústaðir til sendifólkini.

Í 2025 vóru tilsamans goldnar 13,4 mió.kr. í lønum, 3 mió. kr. í viðbótum og 13 mió. kr. í leigu.

Í frágreiðingini spyr landsgrannskoðanin Uttanríkismálaráðið, um útreiðslurnar standa mát við tað, sum kemur burturúr. Uttanríkismálaráðið svarar, at mett verður, at sum heild standa útreiðslurnar hjá sendistovunum mát við tað, sum kemur burturúr. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1(3)
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873