Veðrið argar á Argjum

Veðrið argar á Argjum
Ársins fyrsti dystur í Meistaradeildini hjá monnum, sum verður millum AB og B68, er fluttur til leygardagin 7. mars klokkan 16:45
Ársins fyrsti dystur í Meistaradeildini hjá monnum verður Inni í Vika á Argjum leygardagin 7. mars klokkan 16:45 - Mynd: Hans Erik Danielsen
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
06.03.2026 - 11:30

Eftir ætlan skuldi Meistaradeildin hjá monnum 2026 verið sparkað í gongd í kvøld, men orsakað av keðiligari verðurforsøgn verður dysturin millum AB og B68, sum skuldi vera Inni í Vika á Argjum, fluttur til leygardagin 7. mars klokkan 16:45.

Hinir fýra dystirnir í fyrsta umfari verða sum upprunaliga ætlað spældir sunnudagin 8. mars. Í Sørvági fær 07 Vestur vitjan av KÍ, NSÍ og Víkingur møtast í Runavík, B36 og EB/Streymur spæla í Havn, og á Skála fáa skálamenn vitjan av HB.

Allir dystirnir, uttan dysturin undir Mýruhjalla á Skála, byrja klokkan 15:00. Á Skála verður fyrsta bríksl klokkan 17:15, skrivar Fótbóltssambandið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873