USA og Venesuela vilja hava diplomatisku viðurskiftini í rættlag

USA og Venesuela vilja hava diplomatisku viðurskiftini í rættlag
Stigið fer at fremja støðufesti og endurreisa búskapin, sigur amerikanska uttanríkisráðið
Delcy Rodríguez er nú forseti í Venesuela
Mynd: Marcelo Garcia/AFP/Ritzau Scanpix  
 
06.03.2026 - 08:08

USA og Venesuela eru samd um at fáa diplomatisku viðurskiftini í rættlag aftur.

Tað sigur amerikanska uttanríkisráðið í eini fráboðan, sambært Reuters.

- Hetta stigið fer at lætta um okkara felags átøk at fremja støðufesti, endurreisa búskapin og stuðla politiskari semju í Venesuela, stendur í fráboðanini.

 

Hjálpa fólkinum

- Okkara raðfesting hevur til endamáls at hjálpa fólkinum í Venesuela at koma ígjøgnum eina stigvísa tilgongd, sum skapar fortreytirnar fyri einum friðarligum skifti til eina demokratiskt valda stjórn, stendur í fráboðanini.

Útsøgnin kemur, eftir at USA í januar tók nú frákoyrda forsetan í Venesuela, Nicolás Maduro, til fanga. 

Delcy Rodríguez, sum var varaforseti, er síðani sett sum fyribils forseti í suðuramerikanska landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1(3)
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873