Trump: Iran skal geva seg yvir treytaleyst

Trump: Iran skal geva seg yvir treytaleyst
Amerikanski forsetin sigur, at eingin avtala verður gjørd við Iran, uttan so at landið gevur seg yvir treytaleyst
Donald Trump, forseti, krevur, at Iran skal geva seg yvir treytaleyst.
Mynd: Jonathan Ernst/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
06.03.2026 - 15:04

- Iran skal geva seg yvir treytaleyst.

Tað skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, á sosiala miðli sínum, Truth Social.

Hann sigur, at eingin avtala verður gjørd við Iran, uttan so at landið gevur seg yvir treytaleyst.

Tá landið hevur givið seg yvir, skulu veljast ein ella fleiri nýggir leiðarar, og so fara USA og sameindu londini at arbeiða "ótroyttiliga" fyri at gera Iran "great again," sum Trump tekur til á Truth Social. 

 

 

Hækkar støðugt

Kríggið í Miðeystri hevur við sær, at oljuprísurin hækkar støðugt. 

Í dag er prísurin 89 dollarar fyri tunnuna, og hann er hækkaður 25 prosent, síðani Ísrael og USA lupu á Iran leygardagin. 

Beint eftir álopið var prísurin 80 dollarar fyri tunnuna. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873