Løgtingsvalið ávirkar lønarsamráðingarnar

Løgtingsvalið ávirkar lønarsamráðingarnar
Samráðingarnar verða ikki tiknar uppaftur, fyrr enn valið hevur verið, og nýtt landsstýri er skipað
Sáttmálasamráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum bíða eftir løgtingsvalinum og nýggjum landsstýri.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.03.2026 - 13:24

Nú løgtingsval er skrivað út, er steðgur í øllum lønarsamráðingum á almenna arbeiðsmarknaðinum.

 


Mary Antonsdóttir. (mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hetta rakar eisini samráðingarnar, sum eru millum Heilsuhjálparafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, sigur Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum:
 

06032026_Mary_1

 

Jan Sjóstein, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, sigur í stuttari viðmerking við Kringvarpið, at lønarsamráðingarnar verða tiknar upp aftur, so skjótt  løgtingsvalið hevur verið, og nýtt landsstýri er skipað.

Sáttmálin millum Heilsuhjálparafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fór annars úr gildi 1. oktober í fjør, og tað merkir so, at eingin semja er í eygsjón. Hóast hetta harmar forkvinnuna, so góðtekur hon støðuna:

 

06032026_Mary_2

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873