Nýggj skipan fyri bátar í bólki 5A og 5B

bannari
Nýggj skipan fyri bátar í bólki 5A og 5B
Arbeiðið var byrjað, men er steðgað, nú løgtingsval er útskrivað
Løgtingið hevur samtykt at heita á landsstýrismannin um at javnseta bólk 5A og bólk 5B við hinar bólkarnar í fiskidagaskipanini. (Savnsmynd)
 
04.03.2026 - 08:21

Arbeitt verður við at gera nýggja skipan fyri bátarnar í bólki 5A og 5B. 

Bulurin er at menna eina skipan, sum tryggjar teimum, sum liva av útróðri, nóg nógvar fiskidagar.

Skipanin skal vera løtt at umsita. 

Harumframt skal leggjast upp fyri, at bólkur 5B er ein samansettur bólkur, har stórur munur er á virkseminum hjá bátunum.

 

Arbeiðið steðgað

Nú val er útskrivað, er arbeiðið steðgað.

Tað sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, í svari til Dennis Holm, løgtingsmann.

Løgtingið hevur samtykt at heita á landsstýrismannin um at javnseta bólk 5A og bólk 5B við hinar bólkarnar í fiskidagaskipanini.

Og um smáar avreiðingar skulu telja við sum fiskidagar.

Løgtingið samtykti eisini at fáa gjørda serskipan fyri opnar føroyskar bátar, sum ikki eru í fiskidagaskipanini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873