Maria endaði inniárið við einum braki

Maria endaði inniárið við einum braki
Maria Biskopstø setti tvey føroysk met og vann samstundis eitt bronsuheiðursmerki, tá innandura sesongin í frælsum ítrótti endaði við donsku meistaraheitunum
 
01.03.2026 - 19:39

Maria Biskopstø setti tvær tjúkkar strikur undir sína frálíka innandura sesong við tveimum føroyskum metum til kappingina um donsku meistaraheitini.

Í 400 metrum bøtti hon um føroyska metið við tíðini 56,96 sekund, sum rakk til eitt 6. pláss í DM-kappingin. Uppaftur betur gekk á 800 metrum, har rennarin úr Treysti fekk DM-bronsu og setti nýtt met við tíðini 2:11,14, skrivar treysti.fo.

 

Gott innanduraár

Maria Biskopstø hevur runnið væl í longri tíð. Hon vann sítt fyrsta oyggjaleikagull í Orkoyggjum farna summar, og í vetur hevur hon sett fleiri føroysk met í renning innandura.

SÍ EISINI: Maria slapp at ringja við sigursklokkuni

Klaksvíkingurin byrjaði árið í Skive 17. januar, har hon rann 800m við tíðini 2:15,18. Føroyska metið tá var 2:12,95. Síðani rann Maria Biskopstø í Pallas Spelen í Malmö 25. januar. Har rann hon bæði 400m og 800m og setti føroyskt met í 400m við tíðini 56,97. Hon bøtti eisini um sína tíð á 800 metrum, sum gjørdist 2:13,87. Framgongdin helt fram, tá hon rann í Nordenkampen í Karlstad 1. februar, har hon aftur setti føroyskt met á 800 metrum við tíðini 2:12,61.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873