Sjóhiti í Klaksvík góða undirtøku - prísurin lækkar

Sjóhiti í Klaksvík góða undirtøku - prísurin lækkar
Nú eru so nógvir kundar lagstir aftrat, at tað ber til at lækka prisin niður í næstan helvt
Klaksvíkar kommuna hevur brúkt 13 milliónir krónur til sjóhitaskipanina, men tað hevur verið trupult at fingið skipanina at borið seg.
 
26.02.2026 - 14:22

Ferð er komið á útbyggingina av sjóhitanum í Klaksvík.

Fleiri stórir kundar eru komnir í skipanina, so prísurin kann setast niður,  men enn leitar kommunan eftir fleiri íleggjarum.

Klaksvíkar kommuna hevur brúkt 13 milliónir krónur til sjóhitaskipanina, men tað hevur verið trupult at fingið skipanina at borið seg.

Tí hevur prísurin eisini verið rættiliga høgur, nevniliga 55 oyru fyri kolowatt-tíman. Men nú eru so nógvir kundar lagstir aftrat, kann prísurin setast niður við næstan einari helvt, til 33 oyru fyri kilowatt-tíman.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

26022026_Sjohiti_i_Klax

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. apríl
Vikuskiftið 17 apríl 2026
207228
Fríggjadag 17. apríl
LEITISSTEIN 17.04.2026 (Greta Svabo Bech)
207223
Fríggjadag 17. apríl
Breddin: Rúma vit teimum við demens?
207206
Fríggjadag 17. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 17.apríl 2026
207024
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118