Landsapotekarin skal avtakast

Landsapotekarin skal avtakast
Myndugleikauppgávur landsapotekarans skulu flytast til Apoteksverkið og Heilsustýrið
 
24.02.2026 - 07:06

Embætið sum landsapotekari skal avtakast.

Myndugleikauppgávur landsapotekarans skulu flytast til Apoteksverkið og Heilsustýrið.

Almanna- og Heilsumálaráðið hevur gjørt lógaruppskot um tað og sent tað til hoyringar.

Uppskotið byggir á tilmæli í Ætlanini fyri Fólkaheilsustýrið frá 2021.

Har stendur, at í 2026 verður farið undir at flyta eftirlitsuppgávur hjá landsapotekaranum til  Heilsustýrið.

Og rakstraruppgávurnar hjá landsapotekaranum vera fluttar til Apoteksverkið.

Soleiðis fáa vit eitt meira uttanveltað eftirlit við lógunum um apoteksverkið og heilivág, sigur Almanna- og Heilsumálaráðið.

Og váðin fyri bygnaðarligum áhugamálsstríði verður fyribeindur.

Lógarbroytingin skal koma 1. oktober í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659