Eingin lívstrygging um BMI er oman fyri 45

Eingin lívstrygging um BMI er oman fyri 45
Men BMI einsamalt er annars ikki avgerandi fyri, um lívstrygging verður latin í Føroyum
BMI verður brúkt til at máta, hvussu tjúkk, fólk eru.
 
24.02.2026 - 06:14

BMI einsamalt er ikki avgerandi fyri, um lívstrygging verður latin í Føroyum.

Men BMI er við í heildarmetingini um heilsuna hjá tí, sum vil hava lívstrygging.

Tað hevur Tilfeingis- og Vinnumálaráðið fingið at vita frá feløgunum, sum bjóða lívstryggingar.

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, hevur svarað spurningi frá Dennisi Holm, løgtingsmanni, um BMI og lívstrygging.

Dennis Holm sigur, at nógvir føroyingar fáa ikki lívstrygging, tí teir hava ov stórt BMI. 

Eirikur í Jákupsstovu sigur tó, at dømi eru um, at fólk, sum hava BMI oman fyri 45, fáa ikki lívstrygging.

Hann sigur, at hann fer at eggja tryggingarfeløgunum til ikki at nokta at geva lívstrygging orsakað av einstakari upplýsing, í hesum føri BMI.

66 prosent av fólkinum í Føroya hava BMI, sum er 25 ella størri.

Fólk, sum hava BMI yvir 25, viga ov nógv. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873