Herverk á bilar í Havn

Herverk á bilar í Havn
Løgreglan heitir á fólk, sum búgva nærhendis Tvørgøtu og Brekkugøtu um at kanna um teirra bilur hevur verið fyri herverki ella stuldri
Løgreglan hevur tikið tveir mans, sum eru undir illgruna fyri herverk móti bilum
 
22.02.2026 - 10:59

Herverk heur verið á fleiri bilar í miðbýnum í nátt, 

Løgreglan heitir á fólk, sum búgva nærhendis Tvørgøtu og Brekkugøtu um at kanna um teirra bilur hevur verið fyri herverki ella stuldri. 

Talan er um buglur, brotnar rútar og stuldur í ólæstum bilum. 

Tað var um midnáttarleitið, at løgreglan fekk fráboðan frá einum vitni um, at tveir mans gjørdu seg inn á fleiri bilar í økinum kring Tvørgøtu og Brekkugøtu í miðbýnum í Havn.

Løgreglan hevur tveir mans í varðhaldi, sum eru undir illgruna fyri at hava framt herverkið - men teir eru í løtuni ikki egnaðir til avhoyringar, tí teir eru ávirkaðir, sigur vakthavandi á politistøðini. 

Talan er ikki um ungdóm, men um tveir vaksnar menn. Teir eru útlendingar og ikki gamlir kenningar hjá politiinum sambært vakthavandi. 

Tað er óvist, hvussu nógvir bilar hava verið fyri herverki - ein leyslig meting er fimm bilar, men talan er møguliga um fleiri.

Løgreglan heitir á fólk sum búgva í økinum um at kanna bilin fyri herverk og um hann hevur staðið ólæstur - stuldur. 

Løgreglan mælir eisini fólki til at læsa bilin, tá tey fara frá honum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. apríl
Vikuskiftið 17 apríl 2026
207228
Fríggjadag 17. apríl
LEITISSTEIN 17.04.2026 (Greta Svabo Bech)
207223
Fríggjadag 17. apríl
Breddin: Rúma vit teimum við demens?
207206
Fríggjadag 17. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 17.apríl 2026
207024
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118