Spíska sær spælið ímóti baltisku londunum

Spíska sær spælið ímóti baltisku londunum
Føroyska manslandsliðið verður í ár partur av Baltic Cup. Umframt Føroyar eru Estland, Lettland og Litava við í kappingini
Baltic Cup fyri tveimum árum síðani. Petur Knudsen stríðist frammanfyri lettlendska málið
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
19.02.2026 - 13:00

Skráin hjá manslandsliðnum í fótbólti er nú løgd fyri 2026. Føroyar byrja við eini venjingarlegu í Dubai í mars mánaði. Her eru mótstøðulondini Singapor og Emirríkini. Eftir summar verður tað Nations League, har Føroyar eru í bólki saman við Kasakstan, Slovakia og Moldova.

 

Nú er eisini greitt, at føroyska landsliðið verður partur av Baltic Cup, sum verður í juni mánaði. Kappingin verður skipað við hálvfinalum, finalu og dystinum um 3. plássið, millum Føroyar, Estland, Lettland og Litava

 

Fyrst Estland, og síðani annaðhvørt Lettland ella Litava verða føroysku mótstøðulondini, tá A-landsliðið við monnum í juni mánað skal spæla tveir altjóða skrásettar landsdystir, boðar Fótbóltssambandið frá.

 

- Eins og fyri tveimum árum síðani fer manslandsliðið aftur í ár at taka lut í Baltic Cup, ið er ein fýralandakapping millum tey trý baltisku londini, Estland, Lettland og Litava, umframt eitt gestaland, sum í ár eru Føroyar.

 

Kappingin verður skipað sum tvær hálvfinalur, og síðani eru finalan og dysturin um 3. plássið á skránni. Hálvfinalurnar verða spældar leygardagin 6. juni. Estland og Føroyar spæla í Pärnu, meðan Litava og Lettland hittast í Kaunas. Finalan og dysturin um 3. plássið vera týsdagin 9. juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1(3)
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873