Strika landsroynd í náttúru og tøkni í fjórða flokki

Strika landsroynd í náttúru og tøkni í fjórða flokki
Endamálið við at avtaka landsroyndina í fjórða flokki er, at ein ávís roynd skal ikki órógva næmingarnar, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður
Landsroyndin í náttúru og tøkni verður strikað. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
18.02.2026 - 07:54

Landsroyndin í náttúru og tøkni í fjórða flokki skal strikast.

Tað er uppskot, sum Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur latið løgtinginum.

Tað er gjørt eftir tilmæli frá Fólkaskúlaráðnum. Tað tilmælið kom í oktober 2024.

Fólkaskúlaráðið kom við nógvum tilmælum tá.

 

Setur arbeiðsbólk

Landsstýrismaðurin fer, sigur hann, sum skjótast at seta arbeiðsbólk at arbeiða við teimum.

Fólkaskúlaráðið mælti eisini til at seta bólk at arbeiða við tilmælunum. 

Endamálið við at avtaka landsroyndina í fjórða flokki er, at ein ávís roynd skal ikki órógva næmingarnar.

Teir skulu heldur varðveita natúrliga forvitnið um tað, sum vekir teirra áhuga um náttúru og tøkni, stendur í lógaruppskotinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Morgunlestur mikudagur 11.mars 2026
205069
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337