Serlig vitjan í Vági: Roysningur í fjøruni

Serlig vitjan í Vági: Roysningur í fjøruni
Meðan grønlendingar fegnast um, at Fríðrikur kongur er komin á vitjan, so vakti tað ans í Vági, at ein stórur roysningur í morgun lá í fjøruni
Mynd: Mortan Mortensen á Facebook  
 
18.02.2026 - 09:02

Vágbingar máttu gníggja sær í eygunum eina eyka ferð í morgun, tá teir sóu ein stóran roysning liggja vesturi við sandin í Vági. 

Roysningur, ella rosshvalur (norrønt hrosshvalr), heldur vanliga til norðuri í kalda Íshavinum og er tískil ikki ein vanlig sjón um okkara leiðir. 

Talan er um eitt stórt djór. Brimlarnir verða meira enn tríggjar metrar langir, opnurnar heldur minni. Húðin er 2,5 cm. tjúkk, og undir húðini er tjúkt spik.

Roysningur hevur sterkar og langar høggtenn. Tær vaksa so leingi, kópurin livir, og kunnu gerast meira enn 50 sentimentrar langar. 

Opnan leggur ein hvølp uppi á landi annaðhvørt ár, og hann heldur seg at mammuni tvey tey fyrstu árini.

Roysningar verða eini 40 ára gamlir. Hendingaferð hevur roysningur verið at sæð undir Føroyum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Leygardag 14. mars
Upp á tá - 130326
205626
Leygardag 14. mars
Telefon til Miðflokkin og Sjálvstýri
205623
Leygardag 14. mars
Morgunlestur leygardagur 14.mars 2026
205073
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604