Dregur út at leggja fjarhita á Frælsinum

Dregur út at leggja fjarhita á Frælsinum
Arbeiðið at lata Landssjúkrahúsinum fjarhita byrjaði í september í fjør
Fjarhitin skal hita 25 bygningar hjá Landssjúkrahúsinum.
 
18.02.2026 - 08:06

Fjarhitaarbeiðið á Frælsinum í Havn dregur út. 

Ætlanin er nú, at arbeiðið verður liðugt 20. mars.

Frælsið verður opið aftur fyri ferðslu tá, sigur Tórshavnar kommuna.

Arbeiðið at lata Landssjúkrahúsinum fjarhita byrjaði í september í fjør.

Fjarhitin skal hita 25 bygningar hjá Landssjúkrahúsinum.

Landssjúkrahúsið verður størsti brúkari hjá Fjarhitafelagnum.

Tað brúkar hita sum 350 sethús. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337