Jana og tær í fjórðingsfinalurnar

Jana og tær í fjórðingsfinalurnar
Jana Mittún skoraði fimm ferðir, tá Viborg vann trygt á Zaglebie Lubin og spældi seg víðari til fjórðingsfinalurnar í European League
 
15.02.2026 - 14:18

Við Janu Mittún á liðnum vann Viborg trygt á Zaglebie Lubin og spældi seg í fjórðingsfinalurnar í European League.

Føroyski landsliðsspælarin skoraði fimm mál upp á seks skot og kann gleða seg til røkkstøkk-umførini í mars. 

Viborg yvirhálaði Bourgogne Dijon, sum tapti sín dyst fyri Brasov, og er nú fremst í sínum bólki við átta stigum: eitt frammanfyri franska felagið.

Jana Mittún og tær skulu spæla um fyrsta plássið ímóti júst Bourgogne Dijon í síðsta umfari, sum verður um eina viku. Dysturin verður á heimavølli.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Leygardag 14. mars
Upp á tá - 130326
205626
Leygardag 14. mars
Telefon til Miðflokkin og Sjálvstýri
205623
Leygardag 14. mars
Morgunlestur leygardagur 14.mars 2026
205073
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604