Søren sjokksigur á Sissal

Søren sjokksigur á Sissal
Sissal og sangurin "Infinity" endaðu á triðja plássi í danska Melodi Grand Prix, ið bleiv vunnið av Søren Torpegaard Lund og sanginum "Før vi går hjem"
Sissal fagnar Søren, ið sigraði í danska Melodi Grand Prix
Mynd: Ritzau/Scanpix  
 
14.02.2026 - 21:24

Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen var stórfavorittur at endurvinna danska Melodi Grand Prix við sanginum "Infinity". 

Men ikki gongur altíð sum hvørki prestur ella veddingarfyritøkurnar prætika. 

Tá avtornaði, so máttu Sissal og "Infinity" lúta fyri bæði Søren Torpegaard Lund og sanginum  "Før vi går hjem", ið vann, og Ericku Jane og "Death Of Me", ið endaði á øðrum plássi. 


Mynd: Ritzau/Scanpix

 

Kom í finaluna

Sissal sang seg í finaluna, sum var vænta, men tað var ikki ordiliga sami neisti yvir "Infinity"-framførsluni í kvøld, sum tað var yvir "Hallucination" í fjør. 

Góða orku og neista hevði Søren Torpegaard Lund, sum er kendur musikal-sjónleikari, við sínari orkufyltu framførslu av "Før vi går hjem".

Og tá alt kom til alt, so var hann nokk tann rætti vinnarin. 

Sjálvur var vinnarin ovfarin, og skilti ikki, at hann hevði vunnið. 

Ovfarnir vóru donsku miðlarnir eisini. "Chock-vinder" skrivar Ekstrablaðið, "Kæmpe chock" skrivar BT,  meðan DR-heimasíðan skrivar "Musicalstjerne bankar storfavorit og vindar Dansk Melodi Grand Prix 2026". 


Mynd: Ritzau/Scanpix

 

Sissal á knæ fyri Søren

Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen tók ósigurin rættiliga væl og fór niður á knø, tá hon loksins slapp framat at handa vinnaranum steypið, ið fylgir við. 

Søren Torpegaard Lund skal nú umboða Danmark í Eurovision Song Contest í Wien, sum verður í døgunum 12. til 16. mai.

Danmark luttekur í aðru hálvfinaluni 14. mai. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Leygardag 14. mars
Upp á tá - 130326
205626
Leygardag 14. mars
Telefon til Miðflokkin og Sjálvstýri
205623
Leygardag 14. mars
Morgunlestur leygardagur 14.mars 2026
205073
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604