Mette og Jens-Frederik hitta amerikanska uttanríkisráðharran

Mette og Jens-Frederik hitta amerikanska uttanríkisráðharran
Umleið 60 ríkis- og stjórnarleiðarar eru í hesum døgum á trygdarráðstevnu í  München
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, er komin til München.
Mynd: Alex Brandon/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
13.02.2026 - 10:16

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, og grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, fara at hitta amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio, á trygdarráðstevnuni í München í dag.

Umleið 60 ríkis- og stjórnarleiðarar, fleiri enn 70 uttanríkisráðharrar og 30 verjumálaráðharrar eru við á árligu trygdarráðstevnuni.

USA, Grønland, Ukraina og herdubbing í Evropa eru millum málini, sum standa ovast á breddanum.

Sí videobrot frá TV2 við Jens-Frederik Nielsen:

 

JENS_FREDERIK

 


Aksel V. Johannesen. 

 

Løgmaður eisini við

Aksel V. Johannesen, løgmaður, er eisini við á trygdarráðstevnuni í München.

Løgmaður verður millum annað við á pallborðsfundi um trygd í Arktis.

Hendan ráðstevnan var fyrstu ferð í 1963.

Hetta er triðju ferð, at landsstýrið er boðið við.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337